Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Skúli

Nú ber til at skriva barnið inn í 1. flokk, forskúla og frítíðarskúla á netinum. Far inn á sjálvgreiðsluna HER. Seinasta freist at skriva barnið inn á netinum er hósdagin 19. januar 2017 kl. 18.

Tað ber til at biðja um at fáa barn/børn í ávísan skúla, men er pláss ikki fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er.

Tá ið felagsinnskrivingin er liðug, fáa foreldrini boð frá skúlanum, har barn teirra skal í 1. flokk.

Innskriving til skúlarnar í Tórshavn, Hoyvík og á Argjum verður eisini í Reinsarínum mikudagin 18. og hósdagin 19. januar 2017, báðar dagar kl. 15. – 18.

Í Kollafirði, Kaldbak, Nólsoy og á Velbastað fer innskrivingin fram í skúlunum. Í Frískúlanum í Havn og í Lítlaskúla er innskriving í skúlunum.

Skrivar tú barnið inn á netinum, skalt tú ikki innskriva barnið í Reinsarínum ella ein av omanfyri nevndu skúlum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo