Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Tá lógin um sjófeingi kom í gildi, fór sáttmálin millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið ÚR gildi.

Tá  fortreytin í sáttmálanum var,at reiðarin/skipið høvdu fiskirættindini nú var burtur - tí veiðiloyvini vóru strika/inndrigin - og nýggju veiðirættindahavarnir, ið ikki vóru sáttmálapartur/ sáttmálabundnir,var neyðugt at gera munandi broytingar/ásetingar í nýggjan sáttmála, har ein FORÐING /BINDING - FYRI at hesir RÆTTINDAHAVARAR høvdu møguleika til m.a. at:

- Vera leysir av at løna fiskimonnum  sambart sáttmála við reiðarar.

- Vera leysir av frábýtisrættinum,ið er avgerandi fyri hýruásetingar.

- Kunnu áseta samsýningina til reiðarar/skip fyri at veiða kvotu/kvoturnar hjá rættindahavarum.

- Kunnu brúka hýruna hjá fiskimonnum  sum parametur í kappingini um veiðirættindini.

- Kunnu tvinga vertikala integrering inn í skipanina og manipulera við avreiðingarprísinum .

- TÍSKIL máað grundarlagið undan HÝRUNUM hjá fiskimonnum.

Men  av óskiljandi orsøkum EG ikki kenni og eittans broyting,ið gevur fiskimonnum  heilar 150kr/dg, tó í mesta lagið í 30dg vegna arbeiðsskaða, har reiðari hevur skyldu at rinda munin millum dagpeningaveitingina og minstulønina, bleiv útgingni sáttmáli aftur longdur,uttan atlit til nýggju lógina um sjófeingi.

Tær avleiðingar sum uppboðssølugjøld/veiðigjøld/menningarkvotur og  manglandi  gjøgnumskygni við veruliga søluprísinum/marknaðarprísinum á veidda fiskinum hava fingið og sum ídag skapa rumbul,óskil og ónøgd hjá fiskimonnum, ERU í veruleikanum manglandi DAGFØRINGAR/TILLAGINGAR

Løgtingið fer neyvan at tillaga lógina um sjófeingi soleiðis at galdandi sáttmáli verður hóskiligur/nýtiligur.

Um føroyska fiskimannastættin og framtíðarmøguleikar hjá ungum føroyingum á sjónum skulu varðveitast,er neyðugt við átøkum ið muna betur á sáttmálaøkinum.

Tí stilli eg upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag.

Vestmanna 16 12 2018
Axel Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo