Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Tiltøk

Mikukvøldið 9. oktober kl. 17.30 verður tann fyrsta skrúvuguðstænastan í Hoyvíkar kirkju í hesi vetrarhálvuni.

Hóast heitið enn er skrúvuguðstænasta, hevur matskráin seinastu tíðina verið lasanja, og tað dámar fólki væl. Uppmøtingin plagar at vera góð.

Vanliga verða tríggir sálmar sungnir og ein bíbliusøga fortald, og síðan verður farið niður undir í Kirkjukjallaran at fáa sær.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo