At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

"Nú er val, vit halda val"!

Val eru altíð spennandi. Sjálvt um ein ikki longur er partur av valstríðið, so vakna kenslur og spenningurin. 

Onki er at ivast í, at valkampur er stríð um makt. Vallógin ásetir, at tey, ið vald verða, eru tey, ið hava makt at gera av, hvussu samfelag "mítt" skal skipast næstu árini.

Kortini er ymist, hvør tilvitan okkara er um, hvat vit vænta okkum av teimum valdu komandi valskeið.

Sagt verður, at tú vinnur ikki eitt val av tí tú hevur gjørt, men hvat fólk vænta, at tú fert at gera fyri samfelagið! 

Men so skulu valevnini longu nú gera okkum greitt, hvat tey ætla at gera aftan á komandi valskeið???

Meiningsleyst!

Støddin og fíggjarorkan hjá kommununum er rættuliga ymisk, og tí sæst longu nú, hvar mest raplar av stórum og kostnaðarmiklum lyftum.

Ein fær nærum ta fatan av valevnunum, at tey gjalda gildið sjálvi, men tað er nokk ikki so,  tí sjálvsagt fær borgarin rokningina.

Tó haldi eg, at tað mest undrunnarverda fer fram í Tórshavn. 

Har stilla politiskir flokkar valevni fram at stýra býnum, og hesi hava eina arbeiðsskrá, men í somu løtu fer hvørt valevni út við síni egnu persónligu skrá, og tað er ikki eiti á lyftum um mangt og hvat, ið hesi vilja fremja, tó uttan at tosa um kostna.

Og aftaná val verður sjálvsagt at prógva, hví "eg" ikki fekk gjøgnumført míni "hjartamál"!

Finna, hvør ikki vildi vera við! 

Og so goyma lyftini til næsta val.

Her á Sandi hava vit fingið eitt skriv í hvørt hús frá einum lista - Listi A - Her verður sagt okkum, ella mint okkum á, hvørji mál eru framd í farna valskeiði, og so kunnu vit meta, um vit eru nøgd við teirra avrik.

Har verður eisini upplýst, at valskrá teirra fyri næsta valskeið kemur í hvørt hús komandi viku.

Tveir aðrir listar stilla eisini upp her, og væntandi kemur teirra valskráð okkum í hendi skjótt.

Mín áheitan til tykkum øll er, at tit ikki fara út við hvør síni persónligu valskrá, men halda tykkum rímuliga innan fyri valskránna hjá listanum.

Tí líkamikið hvør kemur til valdið, so vita vit, hvar rokningin endar!

Eyðun Mohr Viderø
‎27-‎10-‎2016

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo