Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Skúli

Skúlablaðið: Myndlist er ein lærugrein, sum verður undirmett av bæði skúla og samfelag; tað sigur Christa Reynheim, sum er læraralesandi á Námsvísindadeildini.

Hon umrøður evnið í tveimum greinum, í Skúlablaði nr 4 og 5 í ár. Christa býr í Gøteborg í Svøríki.

Eftir eitt ár sum skiftisnæmingur á Högskolan för Design och Konsthandverk í Gøteborg, har hon las um estetiskar lærutilgongdir, kreativitet og listarligt arbeiði fyri børn og ung, valdi hon at skriva um myndlist í síni bacheloruppgávu.

Í greinunum hugleiðir hon um lærugreinina myndlist, og hvønn leiklut hon hevur í dag - og hvønn leiklut hon átti at fingið í føroyska fólkaskúlanum.

- Tað er sera harmiligt, at myndlist verður undirmett av skúla og samfelag, tá ið myndir nú eru ein so stórur partur av upplýsingarfloyminum, sum surrar rundan um okkum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo