Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Tiltøk

Mynd: Faroephoto.com

Eins og seinastu trý árini verður Slaktið hildið í Tórsgøtu komandi leygardag, 14. september. Livandi kríatúr, so sum seyðir, ross og kálvar, vera á staðnum, og ein kúgv og seyðir verða flettir - ein upplagdur møguleiki at vísa eftirkomarum, hvussu matur verður fingin til vega.

Føroyskir kokkar fara at grilla lambs- og neytakjøt, føroyskar fyritøkur fara at bjóða smakkiroyndir og selja ymiskar mat- og landbúnaðarvørur, og møguleiki verður eisini at fáa hvest sínar knívar á staðnum. Anna og Óli Rubeksen, sum hava heimablídni á Velbastað, fara at bjóða ræsta súpan og leggja fram um nýggju bókina ‘Tá ókunnufólk kom á leið’. Møguleiki verður at keypa bókina á staðnum fyri kr. 300,-. Eisini fer Faroesheep at selja føroysk seyðaskinn og ponyríðing verður í Vágsbotni, umframt mangt annað.

Endamálið við tiltakinum er at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini – bæði frá djórum, sum til dømis seyði og neytum, til grønmeti, sum til dømis rabarbum og rótum. Ætlanin er at vísa á, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu fáa burturúr tilfeinginum, og hvussu vit kunnu gagnnýta tilfeingið á besta hátt.

“Ynskt verður, at so nógv fólk sum møguligt koma til tiltakið og fáa eyguni upp fyri møguleikunum í tí fantastiska tilfeingi, ið okkara jørð hevur at bjóða. Tí er ókeypis atgongd, og tað allarmesta á tiltakinum er ókeypis,” sigur Kári Sørensen, ein av stigtakarunum.

Tiltakið byrjar kl. 10 leygardagin, 14. september, og steðgar umleið kl. 16.

Meira kunning og myndir frá tiltakinum í fjør eru á Facebook síðuni hjá tiltakinum. Ein skrá verður tøk á síðuni seinni í vikuni.

Mynd: Faroephoto.com

Mynd: Faroephoto.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo