Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Krutl

Slaturin er á arbeiðsplássinum, í bindiklubbanum ella tá vit hittast til eitthvørt.

Hvør hevur verið saman við hvørjum, hann ella hon hava mist arbeiðið ella kanska fingið sersømdir í starvinum. Og hvør er raktur av álvarsligari sjúku.

Ein kanning sum nýliga er gjørd í Danmark vísir, at meira enn annarhvør heldur, at slatur er av tí ringa, og kann ikki sigast at hava nakra gagnliga ávirkan, eitt nú á samanhaldið á einum arbeiðsplássið.

Hinvegin vísa kanningar í USA, at tey flestu uppfata ein sum veit nógvan slatur sum ein við einum sterkum sosialum netverki.

Og slatur nýtist ikki bara vera av tí ónda. Tað sigur Pia Ryom, arbeiðssálarfrøðingur, í temasending sum DR hevur um slatur.

- Slaturin er eisini við til at binda saman. Og gerst tað ov nógv av tí góða, so verður viðkomandi, sum ber slaturin, revsaður av felagsskapinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo