At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Á fyrsta sinni er Tórshavnar kommuna við til at fíggja eina ph.d.-verkætlan á Setrinum. Hetta samtykti býráðið í gjárkvøldið.

Tað var í 2015, at Tórshavnar kommuna og Setrið skrivaðu undir samstarvsavtalu, og tvey ár seinni í 2017 samtykti býráðið at fíggja partar av Ph.d.-verkætlanum. Og nú er peningur so játtaður til fyrstu verkætlanina.

Endamálið við verkætlanini er at granska, hvussu skipað samstarv (Triple Helix) millum ymiskar stovnar í samfelagnum til dømis kommunur, landsmyndugleikar, skipanir til íverksetarar, vinnufyritøkur, felagsskapir, hægri lærustovnar og vitanarstovnar kunnu fremja burðardygga samfelagsmenning og nýhugsan.

Í hesari Ph.d.-verkætlanini verður arbeitt tætt saman við Hugskotinum.

Nú Tórshavnar kommuna er við til at fíggja eina Ph.d., er hetta samstundis við til at menna týðandi gransking og menning í burðardyggari íverksetan. Hetta styðjar eisini undir heimsmálini hjá ST.

Mett verður, at henda verkætlanin er eitt gott og spennandi høvi hjá kommununi at gerast partur av eini viðkomandi Ph.d.-verkætlan og soleiðis bróta slóð fyri at náa málum settum í samstarvinum við Fróðskaparsetrið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo