Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Fleiri lærlingar og betri útbúgvingarmøguleikar. Hetta er kjarnin í einari trípartasemju, sum landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløgini fyrrapartin undirskrivaðu í Vinnuhúsinum um yrkisútbúgvingarøkið.

Talan er um eina slóðbrótandi semju, tí í Føroyum hava vit ikki havt siðvenju fyri, at landsmyndugleikar, vinna og fakfeløg gera trípartasemjur.

“Hetta er eitt veruligt nýbrot. Skulu vit framhaldandi menna føroyska arbeiðsmarknaðin, er neyðugt at politiska skipanin, arbeiðsgevarar og fakfeløg tosa saman og semjast um mál, ið hava felags áhuga. Partarnir eru samdir um, at hetta eigur at verða leisturin, arbeitt verður eftir, tá arbeiðsmarknaðarlóggáva skal gerast ella tillagast. Eg vóni, at henda trípartasemjan um yrkisútbúgvingarøkið fer at leggja lunnar undir fleiri samstørv á øðrum økjum,” heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum hevur staðið á odda fyri samráðingunum vegna landsstýrið.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava leingi sóknast eftir einum konjunkturjavnandi samstarvi ímillum almennar myndugleikar og arbeiðsmarknaðin, sum tryggjar eina støðugari lærlingatilgongd yvir ár. Fyri vinnuna er trípartasemjan um yrkisútbúgvingarøkið tí eitt tiltrongt frambrot.

“Ein stór avbjóðing í byggivinnuni hevur leingi verið, at tað er ótrúliga trupult at taka lærlingar í einum lágkonjunkturi. Nú fáa vit eina konjunkturjavnandi skipan, sum tryggjar eina støðugari tilgongd av lærlingum yvir ár. Hetta fer at gagna og styrkja byggivinnuna munandi, “ sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.

Trípartasemjan miðar eftir at gera yrkisútbúgvingartilboðið støðugari og yrkisútbúgvingarskipanina lættari at umsita. Eisini skal støðið og góðskan á útbúgvingunum betrast.

”Í dag verða allir lærlingar trýstir inn í somu skipan. Eg fegnist tí um, at øll lærlingaskipanin nú verður nútímansgjørd. Vit fáa millum annað eitt breiðari tilboð, har EUX verður eitt tilboð sum gevur atgongd til víðari lestur. Nýggja skipanin fer at geva støðugari lærlingatal og betri góðsku og hægri tign,” sigur Eli Brimsvík fyri Landsfelag Handverkaranna.

Partarnir hava avtalað, at næsta trípartasamráðing eftir ætlan verður seinni í ár. Tá fara landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløgini at hyggja nærri um tað ber til at finna eitt felags stev um vaksnamannalæru.

Trípartasemjan millum landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløgini

Trípartasemjan fevnir millum annað um:

  • Støðugari lærlingatilgongd yvir ár
  • Nýggj og betri lærlingaskipan
  • Merkantilu útbúgvingarnar endurskoðaðar og tillagaðar tørvinum á arbeiðsmarknaðinum
  • Fleiri læru- og praktikkpláss innan tað almenna
  • Viðlíkahald av landsins ognum sum liður í at fáa eitt støðugari lærlingatal
  • Heimildarlóg um at uppraðfesta landsvegahaldið og viðlíkahaldið av landsins bygningum
  • Útbjóðing av almennum arbeiðum setur krøv til fyritøkur um at hava lærlingar
  • Lønarútgjaldið til meistarar í sambandi við skúlagongd hjá lærlingum gerast konjunkturtengt
  • Arbeiðsgevarar stovna lærlingaráð
  • Felags kunning, vegleiðing og marknaðarføring av yrkisútbúgvingum
  • Forum fyri støðugari lærlingatali

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo