Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Tiltøk

Í dag er Mentanarnátt í SMS. Í hesum sambandi hava handlarnir opið til kl. 22.00. Handlarnir hava góð tilboð, og nógv ymisk tiltøk seta ein serligan dám á allan dagin.

Kl. 17.30 gongur leiðin til ævintýrlandið, Spæliland. “Kom við til Spæliland” er ein øðrvísi tónleikaframførsla, sum við rútmiskum tónleiki og sangi og søgum, hevur til endamáls at stimbra og menna børn í aldrinum 1 – 9 ár.
 
Aftaná at børnini hava dansað og sungið saman við klovninum Totta, bjóðar Burger King ókeypis smakkiroyndir av Oreo milkshake.
 
Kl. 19.30 vitjar vinurin av húsinum, BUBU, á Torginum. Hann fer at syngja og fortelja eina stuttliga søgu. Børnini fáa eisini ókeypis frukt.
 
Kl. 20.00 – 21.00 bjóðar Rit og Rák inn til eitt serligt rithøvundakvøld. Marjun Syderbø Kjelnes, Jóanes Nielsen, Oddfríður M. Rasmussen og Anna Malan Jógvansdóttir fara at lesa. Eisini kemur Holgar Jacobsen at syngja nøkur løg.
 
Kl. 10.00 – 18.00 útflýggjar Bragdið startnummur til Tórshavn Maraton og Fólkaheilsurenningina 4. juni. Í hesum sambandi eru umboð frá Fólkaheilsuráðnum eisini á Torginum og gera ymiskar heilsukanningar. Tað er frá kl. 15 – 18.00.  
 
Kl. 15.00 – 17.15 fara SavnsGull, Søvn Landsins og Fróðskaparsetur Føroya at greiða frá, hvussu vit talgilda Føroya Søgu, og hvussu vit føroyingar fáa ágóðan av hesum. Tiltakið er øðrvísi, tí søvnini koma út til fólkið. Farið verður út um alt landið, men ferðin endar í SMS fríggjadagin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo