Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Tað hevur verið heldur ilsligt bæði í gjár og í dag, og hevur hetta ført við sær avlýsingar á Suðuroyarleiðini.

Í gjár avlýsti Smyril túrin av Krambatanga til Havnar kl. 21, og aftur í dag eru avlýsingar og seinkingar.

Strandferðslan boðar nú frá á heimasíðuni, at túrurin hjá Smyrli suður kl. 16 verður fluttur til kl 18.30.

Hetta verður eisini síðsti túrur hjá Smyrli í dag, sum sostatt avlýsir túrin norður leygarkvøld, sum vanliga er kl. 18.30, og túrin suður leygarkvøld, sum vanliga er kl. 21.15.

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við túrin hjá Smyrli í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo