Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Hondbóltssamband Føroya og Smyril Line hava gjørt eina 2 ára stuðulsavtalu, ið merkir, at Smyril Line er stórstuðul hjá øllum føroyskum landsliðum í hondbólti.

"Við miðvísum ungdómsarbeiði er føroyskur hondbóltur mentur almikið, og úrslitini hjá U21-dreingjunum herfyri, munnu teljast millum Føroya størstu ítróttaravrik nakrantíð. Tí eru vit errin og fegin um, at Smyril Line stuðlar teimum" sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, ið undirskrivaði avtaluna við Gunn Ellefsen forkvinnu í HSF fyrr í vikuni.

Hondbóltur er ein av størstu og best umtóktu ítróttargreinum í Føroyum, tí er tað upplagt at eitt felag sum Smyril Line stuðlar hondbóltinum, vísir stjórin á og fegnast um avtaluna við Hondbóltssambandið.

“Tað er jú eingin loyna, at framúr góða úrslitið hjá U21-landsliðnum setur stór fíggjarlig krøv til okkum sum skipa fyri, tí fegnast vit í HSF um, at Smyril Line vil taka tøk saman við okkum, so at vit í felag kunnu føra føroyskan hondbólt enn longur fram á leið,” sigur Gunn Ellefsen forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya.

Avtalan er galdandi kappingarárini 2016/17 og 2017/18 og hevur við sær, at Smyril Line verður meira sjónligt í samband við alt landsliðs virksemið hjá HSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo