Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

1. januar í 2018 tekur Smyril Line við rakstrinum av Hotel Hafnia sum nýggjur eigari. Sostatt fer Smyril Line at reka tvey hotel - Hotel Hafnia og Hotel Skálavík, ið felagið hevur rikið farnu 2 árini.

Felagið sigur í einum tíðindaskrivi, at keypið av Hotel Hafnia er ein liður í menningarætlanini fyri felagið, har hotelvirksemið gerst ein natúrligur partur av yvirskipaða virkseminum. Smyril Line hevur í hesum sambandi ítøkiligar ætlanir um at byggja eitt nýtt hotel í Havn innan fá ár.

 - Vit á Smyril Line vænta, at Føroyar kunnu menna seg munandi meira sum ferðavinnuland. Hetta, at økja um virksemið okkara á landi, er eitt stig á leiðini, har vit vilja gerast ein enn størri partur av menningini av føroysku  ferðavinnuni, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line.

Smyril Line hevur flutt ferðafólk sjóvegis í sløk 35 ár. Ferðavinnan er nógv ment hesi árini, og er nú ein týðandi vinna í Føroyum. Um ferðavinnan framhaldandi skal vaksa, er tó neyðugt, at útboðið av gistingarmøguleikum verður størri og meira fjøltáttað. Sum støðan er í dag, meta vit, at vantandi gistingarmøguleikar tarna ferðini á vøkstrinum í ferðavinnuni, sigur Smyril Line og leggur aftrat, at...

- Kundar og starvsfólk kunnu eftir 1. januar 2018 vænta somu høgu góðsku sum áður, tá tey vitja Hotel Hafnia. Smyril Line hevur ongar ætlanir um stórvegis broytingar í sambandi við yvirtøkuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo