Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Fróðskaparsetur Føroya sum sigst vera fremsti mentanarstovnur Føroya er Føroyameistari í at avskjepla fremmand starvshugtøk til eitt sokallað føroyskt.

Nú um dagarnar fingu vit eitt nýtt hugtak sum eitur og haldi tykkum fast “adjungeraður professari” ella á gomlum føroyskum “hjálparlærari”.

Tað, sum upprunaliga skuldi vera okkara fremsti mentanarstovnur hevur sum ítrótt at taka fremmand starvshugtøk inn í føroyska málið og leggja eina “ur” ending aftaná fyri at billa føroyingum inn at so er alt føroyskt.

“Adjunkt” á donskum “adjunktur” á føroyskum osfr.

Við øðrum orðum, hvussu snobbut skulu vit loyva okkum at vera, áðrenn oyruni detta av.

Við hesi gongdini har tey, sum skulu verja føroyska málið eru størsti fíggindi málsins er lítið í væntu.

Føroyar hava brúk fyri einum nýggjum Jóhan Hendrik Winther Poulsen, vónandi verður hann skjótur.

Málvinur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo