Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Tjóðveldi: - Fólkaheilsa í eygnahædd og føroyskar loysnir. Tað haldi eg skal setast ovarlaga á politisku dagsskránna, sigur Snorri Patursson, sum stillar upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið komandi.

Tað at liva heilsugott skal ikki vera ein framíhjárættur hjá teimum vælstillaðu, men skal heldur vera nakað, ið allir samfelagsbólkar og allir aldursbólkar skulu hava ágóðan av. Tær haldbestu loysnirnar til betri kost, betri smakk, sunnari vanar og betri fólkaheilsu eru tær, sum eru at finna í okkara egna umhvørvi og taka støði í okkara samleika. Tess meira serføroyskar loysnirnar eru, lættari megna vit at fremja tær og halda fast.

- Forboð og peikifingrar eru nóg mikið av, haldi eg, og tað riggar ikki. Skjótar loysnir og rák innan matmótamøsn eru ikki lykilin til tað góða lívið. Tað kann eisini lættliga gerast ov úrvalskent og órealistiskt. Og tá verður tað bert til upplop, sum ikki varðar við, sigur Snorri Patursson.

Rørsla sum hugtak skal hálast niður av tindunum og blíva ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá øllum, og okkara serstaka føroyska matmentan skal samantvinnast nógv meira við eitt nú mettandi grønnmeti, ið fyrst og fremst grør her á landi, sigur Snorri.

- Ynskiligt er í hesum sambandi at fáa samstarv í lag millum matvøruídnaðin, ið situr á tí sokallaða matportrinum, ið avgerð hvørjar vørur koma til lands, umframt matstovuídnaðurin, ið hevur stóra ábyrgd hvat viðvíkur valmøguleikar hjá serliga børnum okkara og dygdargóðan mati sum heild til brúkaran, sigur Snorri Patursson.  

Snorri vil seta ferð á arbeiðið við einum heilsufremjandi og fyribyrgjandi Heilsudepli, ið hevur til endamáls at lofta teimum sokallaðu prediabetikarum, áðrenn teir enda í kostnaðaðarmikla heilsuverkinum.

Ynskiligt er eisini at seta á stovn ein Fólkaheilsustovn, sum eitt nú við støði í føroyskari matmentan, samleika og vitan skal menna allan stovnsmat, ið børn, ung, vaksin og eldri fáa, fyri at tryggja dygdina á økinum.

Snorri Patursson er 40 ára gamal, er kostfrøðingur, útbúgvin proffessiónsbachelor í mati og heilsu við sergrein í kostfrøði. Hann hevur í ellivu ár starvast við fyribyrgjandi og heilsufremjandi verkætlanum og gransking innan mat, rørslu og fólkaheilsu.

Starvast parttíð sum breytasamskipari á Køks- og kostbreytini í Fjølsmiðjuni hjá ALS, rekur ráðgevingarfyritøkuna Heilsutilvitarin, umframt at hann er ein av stovnarunum og eigarunum av venjingarstaðnum Tvørmegi CrossFit.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo