Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Síðani VP longu leygarkvøldið skrivaði, at tað verður Heðin Mortensen sum verður nýggjur landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur tað verið frammi í at kalla øllum miðlum, og nú hevur Tinganes so valt at vátta tíðindini alment.

Heðin Mortensen er nýggjur landsstýrismaður í samferðslumálum, og hann verður tilnevndur á lítlari samkomu tíðliga í morginári.

Løgmansskrivstovan skrivar í tíðindaskrivi í kvøld, at Heðin Mortensen hevur sín fyrsta arbeiðsdag sum landsstýrismaður í morgin.

- Hann varð fyrstu valdur á Føroya løgting í 1998. Seinast í áttati- og fyrst í nítiárunum sat hann í fleiri umførum á tingi sum varalimur. Heðin Mortensen hevur sitið í Tórshavnar býráð síðan 1973, og millum 2004 og 2016 var hann borgarstjóri í høvuðsstaðnum. Nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum er 72 ár, hann er giftur Hjørdis Egholm Mortensen og tey eiga fýra børn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo