Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Krutl

Granskarar í Noregi og USA hava kannað deyðsorsøkirnar hjá yvir 400.000 norðmonnum sum doyðu millum 2005 og 2015, og sett hesar í samband við samlaðu inntøkuna í húsarhaldinum.

Úrslitini eru almannakunngjørd í medisinska tíðarritinum Jama, sum verður givið út av amerikanska læknafelagnum.

Og úrslitini eru áhugaverd:

– Um vit sammeta tey sum tjena allarmest við tey sum tjena allarminst, so eru tað næstan 14 ár á muni í væntaðum livialdri hjá monnum og eitt sindur meira enn átta ára munur hjá kvinnum, sigur norskur granskari.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo