Best er manni at biðja, tá hann er sjálvbjargin
- Føroyskt orðatak
Mítt tastatur

Seinasta greinin sum løgd er út á heimasíðuna hjá Kringvarpinum var í gjár leygardagin tann 11. januar 2020 klokkan 17.

Og tað er ikki gott nokk fyri eitt Kringvarp, og fyri okkum sum gjalda og brúka heimasíðuna.

Men hetta er ikki nýggjur trupulleiki, soleiðis hevur tað verið leingi, at aktiviteturin hevur verið lítil og eingin frá seinnaparti leygardag til árla mánamorgun.

Og tað er súrt.

Grønlendska kringvarpið, KNR, hevur fleiri søgur á síni heimasíðu í dag vit skriva 12. januar 2020.

Og tað hava øll onnur kringvarp í heiminum eisini - frá teimum allar minstu til tey allar størstu.

KVF fær sjálvandi vart seg við, at Útvarpið koyrur so at siga stóran part av sunnudegnum, men tað eru ikki øll sum lurta eftir tí akkurát, tá ið tíðindini eru.

Tí hevur KVF eina heimasíðu - eisini, har fólk so fáa leitað sær inn á at lesa tað, sum rak afturvið.

Men sunnudagar - tá steðgar heimurin á í KVF.FO.

Og tað er súrt.

ólavur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo