Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Í sambandi við Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019-2 hevur Fíggjarnevndin spurt Landsverk "hví man samstundis sum man varslar dagbøtur til endreprenørin fyri ikki at blíva liðugur við innilokanina av bygninginum og samstundis biður, um eykajáttan fyri at fáa H-bygningin innilokaðan. Hettar virkar óskiljandi fyri nevndina. Vinarliga greið frá," skrivar Fíggjarnevndin.

Í svarinum sigur Landsverk seg seinast 19. september 2019 hava heitt á forstjóran á Sjúkrahúsverki Føroya, um at fáa sent áheitan um broytta fíggjarprofilin fyri Løgtingslóg, um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið.

- Landsverk hevur áður í 2018 og 2019 gjørt vart við avbjóðingarnar, ið eru í verandi fíggjarprofili.
 
- Undirskrivaðu sáttmálarnir og sáttmálatíðarætlanirnar samvara í dag ikki við verandi fíggjarprofil. Skal Landsverk halda áfram at skunda undir arbeiðstakararnar og tryggja, at teir halda undirskrivaðar sáttmálar og tilhoyrandi sáttmálatíðarætlanir, so er tørvur at fáa eina hægri játtan til inniverandi ár, áljóðandi 21 mió. kr.

- Sum støðan er í dag, so krevur Landsverk at arbeiðstakarar útinna arbeiðir, fyri eina upphædd, ið Landsverk ikki hevur játtan til í inniverandi ári.
 
- Landsverk hevur fyrr í ár sett arbeiðstakara spurning, har hann er spurdur, um viðkomandi megnar at halda seg til tíðarætlanina.

- Arbeiðstakarin svaraði við at senda eina arbeiðstíðarætlan, har hann vísir, at hann klárar at verða liðugur innan 28. november, ið er dagfestingin, har arbeiðið skal verða liðugt sambært sáttmála.

- Landsverk hevur fráboðað arbeiðstakara, at verður arbeiðstøkan ikki liðug til tíðina, verða dagbøtur kravdar.
 
- Um Landsverk ikki hevur játtan tøka at rinda arbeiðstakarunum, sær Landsverk seg noytt at fáa arbeiðstakararnar at drála síni arbeiðir. Hetta kann hava fíggjarligar fylgjur, skrivar Landsverk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo