Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Mítt tastatur

Nú hoyra vit aftur í miðlunum, at Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at bjóða Bústøðum tvey stór grundøki, uttan at tað verður boðið út alment.

Talan er um Stórubrekku og Frúutrøð.

Sambært fundarfrásøgn frá Tórshavnar kommunu, er talan enntá um at brúka sama leist, sum tá Finsen varð gjørt.

Tann leisturin merkti, at 32 borgarar fingu tak yvir høvdið, ímeðan 20.000 borgarar fingu ein rokning upp á 10-tals milliónir.

Tórshavnar kommuna valdi tá, í stríð við kappingar- og kommunustýrislóggávu, at lata virðismiklar ognir fyri einki til Bústaðir, sum er í beinleiðis kapping við tað privata.

Fyri mong kann hetta tykjast líkamikið, men fyri at skilja týdningin av hesum, er neyðugt við tveimum søgum.

Einaferð var tað ein vinnulívsmaður, sum æt Pól, sum seldi pylsur.

Pól seldi ein pakka av pylsum fyri 19,95, men tíverri fyri hann, so var vanliga meiningin í samfelagnum, at pylsurnar hjá honum vóru ov dýrar.

Hetta mátti gerast nakað við, hildu politikararnir, og tí varð avgjørt, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú skuldi byggja eina pylsufabrikk, so borgarin kundi fáa bíligari pylsur.

Øll vóru ovurfegin um hugskotið, tí nú blivu pylsurnar seldar fyri hálvan prís.

Politikararnir hildu, at tað ikki var rímiligt, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan skuldi bera kostnaðin av pyslufabrikkini, so tað skuldi landið átaka sær.

Harumframt skuldi Heilsufrøðiliga Starvsstovan ongan vinngin hava av pylsusøluni.

Úrslitið varð, at pylsurnar vórðu seldar fyri 9,95.

Stutt eftir hetta, mátti Pól ásanna, at tað ikki loysti seg at selja pylsur longur, so hann valdi at stongja forrætningina, og ístaðin søkja sær starv hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Axel var ein vællærdur advokatur.

Hann hevði virkað sum advokatur í nógv ár, og hevur havt ein tímaprís fyri sína ráðgeving upp á 1.000 kr.

Axel hevur ráðgivið um vinnuvirksemi, arvarætt, sivil rættarmál og tílíkt, men eins og hjá Pól, so var vanliga meiningin í samfelagnum, at tímaprísurin hjá Axel var alt ov høgur.

Politikararnir sóu ónøgdina hjá borgarunum, og valdu tí eisini at gera okkurt við prísstøðið hjá advokatum.

Loysnin var, at frá nú av, skuldu allir løgfrøðingar, sum arbeiða hjá tí almenna, átaka sær uppgávuna, at ráðgeva vanligum borgarum.

Hetta skuldi sjálvsagt ikki gerast við vinningi, men bara dekka lønarútreiðslurnar hjá teimum alment settu løgfrøðingunum.

Tí kundu politikararnir kunngera fyri øllum, at nýggi tímaprísurin fyri løgfrøðiliga ráðgeving frá landinum, í framtíðini verður 250 kr.

Úrslitið varð, at Axel valdi at steðga, sum vinnurekandi advokatur, og søkti starv hjá tí almenna.

11. desember 2018 segði løgmaður í Degi & Viku í sambandi við Bústaðarpakkan, at ”…kappingin er javnsett: Tað er eingin stuðul til Bústaðir…”.

Eisini segði hann, at ”…tað sum skal byggjast, tað skal bjóðast út, við somu treytum hjá almennum og privatum.”

Aftur her kann staðfestast, at tað sum løgmaður segði, vóru tóm orð.

Í dag fer Tórshavnar býráð at mæla til, at Bústaðir aftur fær grundøki eftir sama leisti sum við Finsen.

Áheitanin á kommunal- og landspolitikarar er tí, at hugsa seg um, áðrenn slíkar skaðiligar avgerðir verða tiknar.

Skal alt initiativ køvast?

Skal tað almenna stýra øllum?

So verður endin hjá okkum øllum, at vit fáa somu lagnu sum Pól og Axel.

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo