Minst til, at jørðin er rund. So tað plássið, vit halda vera endan, er eisini byrjanin
- Ivy Baker Priest
Vágatíðindi

Sørvágs kommuna samtykti á bygdaráðsfundi 23. januar 2019 at keypa nýggjar bátabrúgvar frá S.J.H Commercial Divers. Talan er um at skifta uttasta partin av brúgvunum. Hesin  parturin er 80 metrar.

Ætlanin er at  byrja at leggja brúgvarnar síðst í mai/ fyrst í juni, og væntandi tekur arbeiðið ein góðan mánað.

Í Føroyum hava flotbrúgvar altíð verið ankraðar við ketum, men Sørvágs kommuna hevur, sum fyrsta kommunan í Føroyum, valt eina nýggja ankringsskipan, ið  kallast Seaflex. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo