Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Sum skilst ímillum manna, so lukkar móttøkan sum lokalir útróðrarmenn brúka at avreiða og ísa sín fisk, ti alivinnan skal brúka hølið.

Sørvágur hevur allar tíðir verið útróðrarhøvuðstaður, og kemur tað helst av, at nógv og góð fiskimið liggja tætt við bygdina, og tí hava okkara forfedrar valt at búleikast her.

Eitt gamalt orðatak sigur, "eigur tú tráðu og spann, so doyr tú ikki í hungri í Sørvági."

Nú lukkar móttøkan, og tískil skulu útróðrarmenn sjálvir koyra fiskin til móttøku í Miðvági.

Og tað er ikki gott nokk.

Her eigur Sørvágs kommuna at traðka til.

Sum skilst, so stendur móttøkubygningurin á leigugrund.

Einki ringt um alivinnuna, hon er komin fyri at verða, men tað skal eisini vera pláss fyri øðrum.

Jan D. Jacobsen
Sørvágur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo