At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Multinasjonal feløg sum hava flutt sín vinning í skattaparadís og líknandi loysnir kosta heiminum um 2000 milliardir krónur árliga.

Eitt av feløgunum er skógvarisin Nike. Eitt tíðarskeið fóru pengarnir, takkað verið eini góðari skattaavtalu við Niðurlond, via fleiri niðurlendsk feløg til eitt felag í skattaparadísinum Bermuda. Í 2015 broyttist henda mannagongdin.

Eftir hetta eru pengarnir farnir via eitt niðurlendskt felag til ein «felagsskap» skrásettur í Niðurlondum. Felagsskapurin er ein niðurlendskur partur og ein partur uttanfyri ES. Sambært niðurlendskari lóg skal felagsskapurin skattast í heimlandinum hjá útlendska partinum. Meðan onnur lond síggja felagsskapin sum niðurlendskan. Harvið verður tað «statsleyst» og skattarokningin tí lítil.

Nike tjenti um 100 milliardir krónur í fjør við søluni uttanfyri USA. Av hesum var skatturin minni enn 2 prosent.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo