Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Innlendis ítróttur

Klaksvíkar kommuna: Upphitingin til helst størsta rennitiltakið í Føroyum nakrantíð byrjaði fyrst í hesum árinum, tá ið tað varð kunngjørt, at Fríðríkur Krúnprinsur aftur í ár vitjar í Klaksvík. Hesaferð verður føroyski búnin tó skiftur út við renniklæðir, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri gleðir seg at taka ímóti Krúnprinsinum aftur.

- Tað er heilt serligt, at Krúnprinsurin kemur til Klaksvíkar við Royal Run. Alt krúnprinsahúskið vitjaði okkum í fjør, og nú kemur Fríðrikur so longu aftur - tað má vera nær við eindømi, at krúnprinsurin vitjar ein føroyskan bý tvær ferðir innanfyri eitt ár, sigur Jógvan Skorheim, sum enntá væntar, at Krúnprinsurin aftur hesaferð fær eina móttøku, sum hann ongantíð fer at gloyma aftur.

- Tilmeldingarnar hava streymað inn alla tíðina, og saman við Treysti hava vit í kommununi lagt stóra orku í at skipa so væl fyri sum yvirhøvur gjørligt, soleiðis at vit øll vónandi fáa ein stóran og góðan dag saman, sigur borgarstjórin.

Tað, at Fríðrikur Krúnprinsur luttekur í renningini, ger hana serstaka í sjálvum sær, men harumframt verður eisini nógv annað gjørt burturúr. Eitt nú verður undirhald framvið allari rennirutuni, og harumframt hava fyriskipararnir fingið samstarv í lag við fyritøkur og handlar fyri at geva luttakarum og áskoðarum eina heilt serliga uppliving.

Ongin ivi er um, at tað er stórt, at Royal Run í ár byrjar í Klaksvík, men talan er samstundis um eitt umfatandi tiltak, tí trygdin og eksponeringin, sum fylgir við slíkum tiltaki við kongaligari luttøku, krevur nærlagda fyrireiking. Eitt nú verður ferðslan umskipað í stórum pørtum av býnum, og hevur hetta kravt miðvíst samskifti við grannar, vinnulív, borgararnir í Norðoyri og borgarstjórarnir í Norðoyggjum. 

Ferðslubroytingarnar og høga luttakaratalið kunnu eisini geva parkeringsavbjóðingar, og tí verður bussflutningur millum Klaksvík og Leirvík, og avtala er fingin í lag við Eysturkommunu um, at fólk kunnu parkera á Kajøkinum og við kirkjuna í Leirvík.

- Fyrireikingarnar eru í hæddini nú, og eg eri fullvísur í, at hetta verður ein heilt serlig uppliving. Eg gleði meg í øllum førum, sigur borgarstjórin við einum smíli. 

Nú praktisku fyrireikingarnar eru komnar so væl ávegis, er tó ein spurningur eftir til borgarstjóran. Er hann sjálvur klárur til at renna 10 kilometrar undir liðini á Fríðriki Krúnprinsi? 

- Uha, ja, tað er so spurningurin. Eg tori ikki at lova ov nógv, men eg havi roynt at vant og ætli mær í hvussu er at gera eina roynd, men tað týdningarmesta við Royal Run er jú, at tað ikki snýr seg um at renna skjótt, men harafturímóti um at koma út og røra seg og vera saman við øðrum, og tað gleði eg meg nógv til, sigur Jógvan Skorheim at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo