Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Fyrispurningur um manglandi bútilboð, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
 
1) Hví eru bústaðir ikki tøkir, tá ið næmingar eru lidnir við eftirskúlan á Rásini?
 
2) Hvat verður gjørt fyri at útvega teimum bústað?
 
3) Er ætlan frameftir, at vantandi bústaður ikki aftur gerast ein trupulleiki, tá ið teir næstu næmingarnir fáa prógv av Rásini?
 
4) Hvussu nógv eru á bíðilista hjá Almannaverkinum at fáa bústað?
 
5) Hvussu nógvir bústaðir eru útvegaðir seinastu 4 árini til fólk við serligum tørvi?  
 
Viðmerkingar:
Rásin er eftirskúlatilboð til ung við menningartarni. Eftirskúlin varir tvey ár, og búnar tey ungu til lívið. Tískil skuldi verið møgluligt hjá myndugleikum at lagt til rættis, soleiðis at bústaðartilboð eru klár, tá ið næmingarnir hava fingið prógv av Rásini.
 
Peningur hevur verið settur av á fíggjarlógini seinastu árini at fáa fleiri bústaðir til høldar til borgarar við serligum tørvi, men higartil er ikki nógv komið burtur úr hesum ítøkiliga politiska viljanum.  
 
Á Løgtingi, 24. juni  2019
Sonja Jógvansdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo