Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

MRCC: Vegna umlegging er alt VHF samskiftið hjá Tórshavn Radio, sum gongur yvir Sornfellið lagt stilt.

Arbeitt verður við at flyta antennurnar yvir í nýggju mastrina, og somuleiðis skal sendiútgerðin flytast í onnur høli.

- Gongur alt væl, so kann roknast við einum tveimum døgum at fáa hetta í rættlag. Í hesum tíðarskeiðið er VHF rás 26 og somuleiðis AIS móttøkan á Sornfelli óvirkin, sigur MRCC.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo