Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Forkunnug konsert verður í morgin í Gøtu kirkju og í kirkjuni í Vestmanna.

Tað er Tórshavnar Kamarkór, sum fer á lítla konsertferð: kl. 14 verður konsert í Gøtu kirkju og kl. 17 í Vestmanna kirkju.

Har verður ein fjølbroytt skrá, bæði glaðir og sorgblíðir tónar, bæði nýtt og gamalt úr ymsum tónleikagreinum. Mest serstaka lagið er Stars, hjá Eriks Esenvalds, har ungir næmingar frá Musikskúlanum spæla upp á vatngløs, meðan kórið syngur hugtakandi lagið Stars.

Kórleiðari er Bernharður Wilkinson.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo