Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Innlendis ítróttur

Í 2018 høvdu vit eina grein her á VP um sparkivøllin, men tá var ikki komið langt við vøllinum.

Men nú er støðan nakað væl øðrvísi, sum hesar myndirnar vísa. Nú manglar bara net, portur og hondlisti.
Í góðveðrinum í gjár, tá Voxbotn og Varmakeldustevnan vóru á skrá hjá mongum føroyingi, vóru sundabúgvar í Kollafirði og rokaðust við sparkivøllin og spæliplássið.

Og talan var um bæði vaksin og børn, umleið 50 íbúgvar, og tað kom bara heilt væl burturúr, verður skrivað saman við myndunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo