Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Sunnudagin 6. november kl. 14:00-17:00 verður eitt nýtt og spennandi tiltak fyri alla familjuna í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Tiltakið verður nevnt ”Heystgleði” og er ein stórur sunnudagsskúli fyri alla familjuna, sum KFUM & K í Klaksvík skipa fyri.

Endamálið er at varpa ljós á sunnudagsskúlaarbeiðið, og samstundis er hetta eitt stuðulstiltak.

Á skránni verður millum annað:
Framførsla frá tveimum barnakórum
Beinta og Ásbjørn Berthelsen fortelja bíbilsøgu og gykla
Klovnurin BUBU vitjar
Ymisk ítriv, andlitsmáling og hoppiborgir

Tað er ókeypis at sleppa inn, men peningurin frá sølubásunum fer óskerdur til SIMBA, sum er heitið á sunnudagsskúlaarbeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum. Eisini er møguligt at stuðla við eini gávu.

”Heystgleði” er samstundis byrjanin til missiónsvikuna í KFUM & K, sum heldur fram alla vikuna aftaná. Mánadagin og týsdagin kl. 17:30 verða barnamøtir í KFUM & K, og síðani verður møti hvørt kvøld frá mikudegnum og restina av vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo