Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Sp/f Undir Klakki hevur í dag undirskrivað sáttmála um keyp av línuskipinum ”Geir II” úr Noregi. ”Geir II” kemur í flotan fyri verandi Klakk.

Nýggi Klakkur, sum er bygdur í 2010, er eitt av mest framkomnu línuskipunum í heiminum.

Skipið er 51,3 metrar langt og 12,4 metrar breitt, og lastar 370 tons, harav 340 er á plattum.

Skipið hevur ”Moon Pool”, sum merkir, at línan verður drigin upp gjøgnum botnin, mitt inni í skipinum. Skipið hevur møguleika at heilfrysta fisk, og eisini er flakafabrikk umborð.

Og manningin fær góðar umstøður. Manningin hevur egið kamar við egnum bað og vesi, skipið hevur biohøll, fitnessrúm, sauna og solarium.

Nýggi Klakkur verður yvirtikin 2. januar 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo