Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Nýsetti spindoktarin hjá Fólkaflokkinum, Hanus Samró, hevur roknað seg fram til, hvussu nógv útlát einstøk skip hava.

Merkiligt nokk so tekur hann Artic Voyager burtur úr øllum og sigur, at hesin hevur landað til trý virkir í farnu viku og brúkar hann sum skrekkdømi um fiskivinnupolitikkin sum heild. 

Samró sigur: “øll vita, at Artic Voyager er eitt tað mest dálkandi skipið í føroyska flotanum” og vísir á, at skipið dálkar meira enn øll húsarhald í Føroyum. Hann endar við at siga, at hetta er veruleikin í dag.

Tað, at Samró fýlist á, at skipið landar til trý virkir í farnu viku, sigur eitt sindur um hugsanarháttin hjá Fólkaflokkinum.

Sjálvandi er tað ikki neyðugt hjá einum skipi at sigla runt til trý virkir at landa nøkur tons her og har, tá mann kann landa alt á einum stað, og sum í hesum føri koyra fiskin við kølibili til virkini. 

Umframt tað, at skipið so skal rinda tríggjar ferðir havnagjald á einar 2000 krónur á hvørjum stað, ger tað upp aftur meira meiningsleyst at liggja og sigla runt heldur enn at koyra fiskin við kølibili. 

Tað er løgið, at spindoktarin hjá Fólkaflokkinum tekur Artic Voyager út sum eitt skrekkdømi. Fyri tað fyrsta, so brúkar Artic Voyager reina dieselolju, og harumframt eru onnur skip í flotanum við sama slag av motori og somu stødd av maskinu, sum brúka tyngri olju.

So hví Fólkaflokkurin akkurát velur Artic Voyager burturúr er sera trupult at skilja.

At mann so fer so langt av kós, at mann brúkar eitt dømi, sum sigur, at skipið dálkar meira enn øll húsini í Føroyum, sigur eitt sindur um, hvussu lítið skil spindoktarin hevur fyri veruleikanum.

Spurningurin er, um tað, sum nívur mest, ikki man vera tað, at skipið partvís fiskar av menningarkvotu. 

Um so er, at onkur hvalbingur fer á landsfund hjá Fólkaflokkinum í Salt í morgin, má mann vóna, at Fólkaflokkurin hevur eina betri fragreiðing um, hví mann akkurát tekur Artic Voyager út sum skrekkdømi, enn tað, sum verður ført fram í lesarabrævi hjá spindoktaranum hjá Fólkaflokkinum.

Henrik Old 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo