Minst til, at jørðin er rund. So tað plássið, vit halda vera endan, er eisini byrjanin
- Ivy Baker Priest
Tekstlýsingar

Starvsfólk til veterinerdeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni - endurlýsing.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.

Stovnurin umsitur matvøru-, djórasjúku- og alilógina.

Høvuðsuppgávurnar hjá deildini eru at tryggja góða fiskaheilsu og fiskavælferð og fyribyrgja at sjúka ikki spjaðist.

Vit søkja eftir trimum starvsfólkum til fast starv og einum starvsfólki til avloysarastarv, at seta skjótast til ber ella eftir avtalu.

Arbeiðsuppgávur

• Fyrisiting og málsviðgerð eftir galdandi lógum og reglum um sjúkufyribyrgjandi rakstur fyri alivinnuna, bæði á sjógvi og landi

• Eftirlit, sjúkuyvirvøka og sýnistøka

• Málsviðgerð í sambandi við flutning, herundir inn- og útflutning av livandi alifiski, -útgerð og -úrdráttum

• Áhaldandi arbeiði við at menna innanhýsis arbeiðsgongdir

• Tætt samband og vegleiðing til alivinnuna

*Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast við tíðini.

Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar

• Djóralækni, fiskaheilsukandidatur, lívfrøðingur ella akademiska útbúgving á sama støði ella

• Viðkomandi tekniskar útbúgvingar, laborant ella líknandi – arbeiðsroyndir innan aliøkið eru fyrimunir

• Hevur koyrikort til bil

• Dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu ella á øðrum nærskildum norðurlendskum máli

• Dugir at samskifta á enskum

• Hevur góðan telduførleika, m.a. vanur/von at arbeiða við journalskipan og Microsoft Office

* Ert tú útbúgvin djóralækni, skal djóralæknaútbúgvingin vera frá einum norðurlendskum fróðskaparsetri ella einari javnmettari útbúgving, soleiðis at tú kanst gerast løggildur embætisdjóralækni. Sum embætisdjóralækni luttekur tú í vaktarskipanum fyri djóralæknauppgávur, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

** Ert tú undir útbúgving sum djóralækni/fiskaheilsukandidat og væntar at verða liðug/liðugur í næstum, er tú eisini vælkomin at søkja.

Tú trívist væl við skiftandi arbeiðsuppgávum og arbeiðsmongd. Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Tú hevur áræði, er úrslitssøkin og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, bæði í skrift og talu. Fyrisitingarligar starvsroyndir og møguligar starvsroyndir við arbeiði í aling er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Vit bjóða eitt spennandi starv, sum fakliga fevnir breitt og hevur ein stóran samfelagsligan týdning. Tú gerst partur av einari deild við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum. Góðir møguleikar eru fyri førleikamenning.

* Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til hfs@hfs.fo.

Viðheft grundgivna umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi, viðmæli og minst eina tilvísing.

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 26. januar 2020 kl. 12.00.

Meira fæst at vita við at venda sær til:

Sarah Vallin
Embætisdjóralækni og virkandi deildarleiðari
Tel. 55 64 00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo