Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Skúli

Vinnuhúsið: Tey tóku bæði bachelorprógv við University of Nottingham Ningbo China í ávíkavist altjóða viðurskiftum við kinesiskum og altjóða búskapi og samskifti seinasta summar, og tey hava síðani  verið starvslesandi í Vinnuhúsinum.

- Fólk halda ofta, at starvslesandi mest gera kaffi og taka telefonina, og soleiðis havi eg eisini skilt, at tað hevur verið hjá nógvum av mínum floksfelagum í Kina. Tí hevði eg ongantíð ímyndað mær, at eg skuldi fáa so nógvar góðar royndir burtur úr at vera í starvslæru í Føroyum, sigur Jóhanna.

Vinnuferð í Kina
Við sínum royndum úr Kina samskipaðu Dávid og Jóhanna, saman við starvsfólkum úr Vinnuhúsinum og Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, vinnuferðina til Kina, sum landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, stóð á odda fyri á heysti 2016. Við á ferðini vóru eisini 14 føroyskar fyritøkur, og fylgið taldi íalt 30-35 fólk.

- Vit vóru partur av toyminum, sum samskipaði ferðina, og so vóru vit eisini til taks á túrinum. Aftaná ferðina hava vit eisini skrivað eina drúgva vegleiðing til vinnuferðir, sum kann vera ein beinagrind til framtíðar ferðir, umframt at skriva ferðafrásøgnina frá ferðini, greiðir Dávid frá.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo