Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Minningarorð

Fyri kortum vóru boð eftir journalistinum og rithøvundinum, Steen Ulrik Johannessen, sum skrivaði so nógv um Føroyar og ferðavinnu. Hann skrivaði eisini nógv um Ísland og Grønland og ferðavinnuna í útnorðri yvirhøvur.

Steen Ulrik arbeiddi í eitt mannaminni sum journalistur á Ritzau, men hann var í Føroyum og í útnorðri kendur fyri sítt hjáyrki, sum tíðindamaður og skribentur fyri ymisk ferðavinnubløð. Hann redigeraði eisini bókina "Turen går til Færøerne", "Turen går til Ísland" og "Turen går til Grønland".

Áhugin hjá Steen Ulrik fyri Føroyum og útnorðri var ektaður og djúpur. Hann lærdi seg føroyskt og íslendskt so frægt, at hann kundi fylgja við í samfeløgunum, og hann brúkti hvørt høvi, hann fekk, at vitja í Norðurhøvum.

Hann var eisini av tí slagnum, sum tók føroyska hjartaslátturin til sín. Vinklingarnar í skrivingini vóru sum oftast stoyptar í føroyskum heldur enn donskum formi. Og tá skrivingin í danskari pressu var skeiv ella nirðandi, var hann fúsur at hjálpa til, so javnvágin flutti seg í okkara favør.

Vit báðir hittust longu á ungum árum, tá vit lósu í Århus, og báðir búðu á Trillegarðinum, har nógvir aðrir føroyingar og journalistlesandi búðu fyrst í áttatárunum. Okkara leiðir runnu saman aftur, tá vit báðir gjørdust fast inventar í Vestnorden Travel Mart einaferð miðskeiðis í nítiárunum.

Síðan tá hevur Steen Ulrik verið taldur millum góðu og trúføstu vinirnar hjá føroyskari ferðavinnu og teimum, sum manna hana. Hann brúkti at kalla altíð sínar positivu brillur, tí hann kendi seg sum ein part av okkum í Føroyum og útnorðri, men hann dugdi eisini at seta fingurin á eym støð.

Var hann nógv í Føroyum, so var hann uppaftur meiri í Íslandi. Tað er ikki óhugsandi, at hann var á leiðini til París í dag at skoða størsta fótbóltsframbrot í íslendskari søgu, um heilsan loyvdi tí.

Men soleiðis skuldi ikki verða, tí heilsan var ikki góð seinastu árini, og hann doyði herfyri einans 62 ára gamal. Tí fara vit í staðin at fylgja honum til seinasta hvíldarstaðin í Kildebrønde á Sælandi í dag. Men tað skuldi ikki undrað meg, um hann situr við einum skeivum smíli onkra staðni í himmalrúminum og klappar rútmiskt saman við íslendingum í annaðkvøld.

Friður veri við minninum um góða vin okkara, Steen Ulrik Johannessen!

Magni Arge

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo