Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

B36 hevur tryggjað sær ein sannan styrk, nú tað er greitt, at ungi tvøramaðurin og ein av bulunum á TB-liðnum í ár Stefan Radosavljevic flytir til Havnar at leika við teimum Hvítu.

B36 boðar frá á hemasíðuni, at Stefan venur fyrstu ferð saman við nýggju liðfeløgunum mánadagin, og at hann er ímillum teirra, sum um eina góða viku leggja leiðina til Belfast, har útidystur móti Crusaders er á skránni.

Stefan fær nummar átta á ryggin.

- Tá vit tosaðu um at styrkja um liðið í summar, var eingin ivi um, at Stefan hevði hægstu raðfesting hjá okkum. Her og nú kann hann avgjørt tilføra hópinum dygdir. Og tá talan er um somikið ungan spælara, er eingin ivi um, at hann kann mennast nógv meira, sigur Jákup á Borg, høvuðsvenjari, um nýggja spælaran.

Sjálvur gleðir Stefan, sum hevur verið ein av bulunum á TB-liðnum í ár, seg eisini at koma til B36.

- Skuldi eg til annað felag enn TB, so ynskti eg sjálvur, at tað varð B36. Spælistílurin hjá liðnum hóskar væl til mín, og eg ivist ikki í, at eg komi at fella væl til í Gundadali, sigur Stefan Radosavljevic.

Sáttmálin er galdandi til og við 2020.

Stefan Radosavljevic, sum er bara 18 ára gamal, hevur skotið sjey mál fyri TB í ár - harav eitt í steypakappingini, og eisini hevur hann gjørt um seg á U21-landsliðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo