Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Innlendis ítróttur

Árliga einstaklingakappingin um føroyameistaraheitið í talvi verður í ár skipað sum ein altjóða IM-kapping. Tríggir sterkir útlendskir telvarar vera við í meistaraflokkinum saman við sjey føroyskum telvarum. Hetta verður gjørt fyri at útvega føroyskum telvarum møguleikan at ogna sær sonevndan IM-norm, sum er eitt av krøvunum til at gerast altjóða meistari í talvi.

Havnar Telvingarfelag skipar annað árið á rað fyri kappingini, og eins og í fjør verður telvað á Finsen, sum er gamla kommunuskúlaaulan. Tórshavnar Býráð hevur stuðlað kappingini, sum verður í døgunum 13. apríl - 20. apríl. Níggju umfør vera í alt. Telvað verður eitt umfar hvønn av døgunum, tó eru tvey umfør á skránni mikudagin 17. apríl.

Miezis og Høi 
Greitt er hvørjir tveir av teimum trimum útlendsku telvarunum í meistaraflokkinum vera. Lettiski stórmeistarin Normunds Miezis (2464) og danski stórmeistarin Carsten Høi (2359) fara at kappast móti teimum bestu føroysku telvarunum í FM-kappingini. Hvør tann triði útlendski luttakarin verður fæst væntandi at vita ein av fyrstu døgunum.

Útlendingingarnir kunnu kortini ikki gerast føroyameistarar, sama um onkur teirra vinnur kappingina. Føroyameistari verður tann, ið fremstur er av føroysku telvarunum í FM-bólkinum.

Føroyski toppurin 
Av føroysku telvarunum, sum ætlandi vera at síggja í meistarabólkinum á páskum, kunnu nevnast Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg, Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson, allir úr Havnar Telvingarfelag. 

Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft Nielsen, sum munnu vera teir, ið eru okkara bestu boð til at gerast teir næstu altjóða meistararnir í talvi í Føroyum, vera tíverri ikki við. Hjá Høgna restar bara ein IM-normur í til at gerast altjóða meistari. Men Høgni og Rógvi spæla báðir fótbólt, og hann verður raðfestur framum telvingina.

Fýra bólkar 
FM-kappingin verður sum vant skipað í fýra bólkum. Teir bestu tíggju - teir tríggir útlendingarnir íroknaðir - eru í meistarabólkinum, eisini nevndur Landsliðsbólkurin. Tíggju teir næststerkastu eru í 1. bólki. Síðani er ein opin almennur bólkur umframt unglingabólkin.

Eftir ætlan verður sent beinleiðis frá øllum fimm borðunum í Landsliðsbólkinum.

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur vunnið FM-heitið seinastu tvey árini, og fer nú at royna at vinna tað á triðja sinni í eitt koyr.

Meira kann lesast um kappingina og almennu innbjóðingina á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo