Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Innlendis ítróttur

Høllin á Hálsi verður um vikuskiftið karmur um íalt 13 steypafinalur. Byrjað verður klokkan 9 leygarmorgunin.

Men tað verður ikki bara streypafinalur í Høllin, tí um morgunin verður høllin eisini karmur um eina kapping í Flogbørnum – Ársins Ítróttaátak.

Finalurnar í meistaradeildini verða sendar beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF, eins og FM 1 sendir beinleiðis frá hesum finalum.

Í  barna- og ungdómsfinalunum verður leikt best av trimum settum. 1. og 2. sett upp í 25 og 3. sett upp í 15.

Dystirnir verða leiktir soleiðis:

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo