At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Innlendis ítróttur

Fleyr – TB, meistaradeildin menn, 3 – 0 (25-16, 25-14 og 25-19)

Fleyr tryggjaði sær í kvøld plássið í hálvfinaluni í steypakappingini hjá monnum, eftir at teir í kvøld vunnu 3 – 0 á TB í Gundadalshøllini. 

TB, sum dagliga ikki leikar í meistaradeildini, hevur hetta árið melda seg til í steypakappingini fyri at royna at spæla á hægri støði enn vanligt. Í dag hevði liðið tó ongan møguleika ímóti oddaliðnum í landskappingini, men liðið vísti tó, at har eru møguleikar fyri framman, við eitt sindur meira av royndum, so hugaligt hevði verið, um TB næsta ár kundi tikið lut í landskappingini í hesi deild. Hetta hevði økt munandi um áhugan.

Eftir 3-0 sigurin í kvøld endaði Fleyr á 1. plássi í sínum bólki við 5 stigum, og kemur víðari saman við SÍ í hesum bólkinum, sum hevði 4 stig.

Í hinum bólkinum er ÍF komið víðari sum vinnari við 5 stigum, meðan Ternan kom víðari sum 2-ari við 4 stigum.

Sostatt skulu Fleyr og Ternan møtast í aðrari hálvfinaluni, meðan tað verða SÍ og ÍF, sum møtast í hinari.

Dystirnir verða leiktir í høllini á Hálsi hin 11. februar 2017, tá Flogbóltssamband Føroya skipar fyri hálvfinaluumfarið hjá kvinnum og monnum á Taraflex-gólvinum.

Steypafinalurnar verða 25. februar 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo