At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Bólkaspælið í steypakappingini verður avgjørt í dag

Allan desember hava Meistaradeildarliðini spælt bólkaspæl í steypakappingini. Bæði hjá kvinnunum og monnunum hevur talan verið um tveir bólkar, sum hava verið skipaðir út frá úrslitunum í seinastu steypakapping.

Bólkaspælið hjá monnunum avgjørt
Tað er longu greitt, hvørji lið hava leikt seg víðari hjá monnunum. Fleyr hevur vunnið sín bólk við tveimum sannførandi sigrum ímóti SÍ a og SÍ b. Teimum á baki koma ungu sørvingarnir í SÍ a, sum vunnu sín innanhýsis dyst ímóti SÍ b. Sostatt er greitt, at vit skulu kjósa ein nýggjan steypavinnara í 2019, tí vinnarin seinast SÍ b er longu fokið.

Úr hinum bólkinum eru tað Mjølnir og ÍF a, ið hava leikt seg víðari. Finalan í hesum bólkinum stóð ímillum Mjølnir og ÍF a á Kambsdali herfyri, og vóru tað sera sterku menninir í Mjølni, ið enn einaferð hetta kappingarárið fóru av vøllinum sum vinnarar. Mjølnir hevur vunnið allar sínar dystir hetta kappingarárið, og teir flestu av hesum dystum hava teir vunnið í stórum stíl. Hálvfinalurnar síggja tí soleiðis út hjá monnunum:

Fleyr – ÍF a
Mjølnir – SÍ a

Havnin væl umboðað
Fleyr er steypavinnari frá seinast, og tær hava gjørt sína skyldu aftur hesaferð. Avgerandi dysturin var leygardagin í stórhøllini á Hálsi ímóti KÍF, sum undan hesum dystinum hevði vunnið á TB eins og Fleyr. Dysturin gjørdist sera spennandi og rættiliga drúgvur. Omanfyri 2 tímar vóru leikararnir á vøllinum, áðrenn Fleyr enn einaferð hetta kappingarárið kundi staðfesta, at tær høvdu vunnið. Hetta var tó fyrstu ferð, at tær máttu seta stig til, tí KÍF gav so sterka mótsøðu, at dysturin endaði 3-2 til Fleyr. Tað er so statt greitt, at Havnin ella í minsta lagið Tórshavnar kommuna eigur lið í báðum hálvfinalunum hjá kvinnum.

Avgerðin í bólki 2 fellur
Hóast bara ein dystur er eftir at leika í bólki 2, er greitt, at alt kann henda. Tað løgna er, at hóast SÍ hevur vunnið báðar sínar dystir higartil, og Mjølnir hevur vunnið tveir av trimum, so kunnu hvørki SÍ ella Mjølnir kenna seg heilt trygg, tí Dráttur kann spæla tey bæði úr steypakappingini. Dráttur hevur vunnið á Ternuni, men tapt fyri Mjølni, og kl. 15.00 í dag stendur SÍ hinumegin netið á Giljanesi. Vinnur Dráttur henda dystin 3-0, taka tær fyrsta plássið og senda SÍ út í myrkrið. Vinnur Dráttur 3-1 enda øll liðini við 6 stigum og settmuninum +3. So mugu bóltarnir millum SÍ, Drátt og Mjølnir teljast.

Kvinnurnar í Drátti eiga tí alla avgerðina sjálvar.

Hálvfinalurnar hjá kvinnum koma tí at síggja soleiðis út:

Fleyr – SÍ/Mjølnir/Dráttur
SÍ/Mjølnir/Dráttur - KÍF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo