Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Tekstlýsingar

Hevur tú hug at royna teg sum stjóra fyri tekniska økinum hjá Tórshavnar kommunu?

Talan er um eina av teimum størstu teknisku fyrisitingunum í landinum.

Fyrisitingin er mannað av nógvum ymiskum fakbólkum á fleiri ymiskum deildum og stovnum.

Starvið býður uppá nógvar stórar og spennandi avbjóðingar, stórar verkætlanir og nógvar innanhýsis og uttanhýsis samstarvspartar.

Stjórin fyri teknisku fyrisiting mannar stjórnarbólkin hjá Tórshavnar kommunu saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, trivnaðarstjóranum, fyrisitingarstjóranum og stjóranum fyri Heilsu- og umsorganartænastuni.

Víst verður til vangamynd, har neyv starvslýsing er.

Trýst HER

Áhugaðir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, á telefon 302010 viðvíkjandi starvinum ella førleikakrøvunum.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsókn verður at senda til:

Att.: Bjørgfríð Ludvig, Postboks 32, FO-110 Tórshavn

ella á teldupostadressu: torshavn@toshavn.fo

Viðmerk á umsóknina: „Stjóri fyri teknisku fyrisitingina“

Umsóknarfreistin er 21. november 2019. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo