Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Annað umfar í Ódnartøkunum verður róð í Runavík 14 mai kl. 13.00.

Kappingin í Ódnartøkum er eisini ein liðkapping millum róðrarfeløgini. Vinnandi felagið fær gávubræv frá Føroya Tele á kr. 5.000 til eitt trivnaðartilak í felagnum. Niðanfyri er støðan í liðkappingini áðrenn

1. Róðrarfelagið Knørrur 1 (8 stig)
2. Argja Róðrarfelag 1 (7 stig)
2. Havnar Róðrarfelag 1 (7 stig)
4. Fuglafjarðar Róðrarfelag (6 stig)
4. Hvalvíkar- og Kollafjara Róðrarfelag (6 stig)
6. Frobiar Sóknar Róðrarfelag (4 stig)
6. Hósvíkar Róðrarfelag (4 stig)
8. Róðrarfelagið Knørrur 2 (3 stig)
9. Havnar Róðrarfelag 2 (2 stig)
10. Klaksvíkar Róðrarfelag (1 stig)
11 Argja- og Sandavágs Róðrarfelag 2 (0 stig)

Endamálið við liðkappingini er, at styrkja felagskensluna í hvørjum einstøkum róðrarfelag, eins og áhugan fyri, hvussu tað gongur hjá hvørjum øðrum í sama róðrarfelag og harvið menna róðrarfeløgini sum heild.

Reglurnar eru hesar:
1. Hvørt felag meldar lið til við trimum manningum á hvørjum liði. T.d. kann eitt lið vera ein barnamanning gentur, 6 mananfør menn og 10 mannafør. Vinnarin er tað liðið, sum fær flest stig eftir stiga skipanini hjá RSF, út frá teimum róðrunum sum bátarnir á liðnum luttaka í. Hetta fyri alla kappingina.

2. Eitt felag kann melda fleiri lið til. Um so er, at eitt felag ikki fær mannað lið, ella hevur bátar í avlopi, kann tað manna lið saman við øðrum felag.

3. Fyri at eggja feløgunum at hava barnamanningar við, og leggja seg eftir at hava og venja barnamanningar, gevur hvør dagur har ein barnamanning luttekur á liðnum og gjøgnumførir allar 3 róðrarnar tann dagin 2 eyka stig í kappingini. Eru 2 barnamanningar á liðunum gevur hetta 1 eyka stig fyri næsta bátin. Eru tríggjar barnamanningar á einum liði fær liðið í mesta lagi 3 stig eyka.

4. Stendur javnt millum lið vinnur tað liðið, sum kláraði seg best seinasta umfarið. Stendur eisini javnt tá, vinnur tað liðið, sum kláraði seg best umfarið undan osfr. aftur til eitt umfar, har eitt lið hevur klárað seg best. Støði verður altíð tikið í stigum fyri dagin íroknað eyka stig fyri barnamanningar. Ber ikki til á henda hátt, at finna ein vinnara verður tað avgjørt við lutakasti.

Niðanfyri er sundurgreining av uppgerðini av støðuni í liðkappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo