Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Fiskaaling: Eftir í fleiri ár at hava havt ein lítlan glastrevjabát, nevndur Írland, keypti Fiskaaling við ársbyrjan í fjør útróðrarbátin, Norðhavið, ið er munandi størri enn gamli báturin. Nýkeypti báturin fekk navnið, Andrias Reinert, sum var ein av slóðbrótarunum innan føroyska alivinnu og í mong ár var stjóri í felagnum.

Eftir keypið vórðu gjørdar ymsar smávegis broytingar á bátinum fyri at fáa hann meira arbeiðsligan í mun til tær uppgávur, sum Fiskaaling nýtir hann til.

Í høvuðsheitum eru tað serliga tríggjar uppgávur, sum Fiskaaling brúkar granskingarfarið, Andrias Reinert, til. Tær eru lúsatrolingar, hydrografiskar kanningar og streymmátingar. Ein mátari er í bátinum, sum kann skráseta streymferð, meðan báturin siglir. Harafturat hevur Fiskaaling ávísar uppgávur at gera dýpdarmátingar í økjum, har

mátingar ikki eru tøkar, soleiðis at neyvari botnkort kunnu gerast.

- Í grundini gera vit sama arbeiði umborð á Andriasi Reinert, sum vit gjørdu í hinum bátinum. Størsti fyrimunurin við keypi av einum størri báti er, at hann er meira sjógóður og tí ber til hjá okkum at arbeiða í minni góðum veðri. Tað er ómakaleysari at koma runt í landinum og harvið lættari at fáa gjørt okkara kanningar. Seinni er eisini ætlanin at fáa aðra útgerð umborð og gera onkrar broytingar afturat fyri at gera tað møguligt at loysa aðrar uppgávur., sigur Øystein Patursson, granskari á Fiskaaling.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo