Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tiltøk

- So savnast vit øll aftur her á Vaglinum og staðfesta, at aftur eitt ár er farið. Tá jólatræið á Vaglinum verður tendrað er veruliga hugnaliga jólatíðin byrjað.  Ein serligur friður leggur seg yvir býin, nú fólk fjálgast her á Vaglinum. Vit geva hvørjum øðrum eitt lítið smíl, steðga á og práta og ganga okkum eitt túr ígjøgnum vakurt pyntaða býin. Vit verða hesa løtuna og hesa árstíðina mint á, hvussu týdningarmikil hesin nærleikin og kærleikin er millum okkum menniskju. 

- Nú Jólatræið um eina løtu verður tendrað rennur eitt serligt barnaminni fram fyri meg. Sum smágenta minnist eg, at størsta løtan fyri meg hesa tíðina var, tá jólatræið bleiv tendrað í skúlanum. Vit sluppu ikki at síggja træið fyrr enn hurðin bleiv opnað inn í fimleikahøllina. Tað var nakað serligt at sita spent i flokshølunum og bíða til klárt var at leiðast oman í fimleikahøllina í okkara fínastu klæðum. Tað er eitt fjálgt minni um hetta at gleðast í tí smáa, at koma hvørjum øðrum við, og at kenna nøgdsemið í jólagleðini, smílunum og takkseminum.

- Stóra gleðin lá ikki í materiellum lutum, men í lívsløtuni, har vit sannaðu boðskapin um, at hesa tíðina er í menniskjum góður tokki, kærleiki og vælvild, har størsta gleðin er at gleða hvønnannan.

- Jólini eru framum alt annað barnanna hátíð, mammur og pápar, ommur og abbar – vit blíva øll sum børn, tá vit hesa tíðina stíga inn í miðbýin. Inn í ein ævintýrheim, har tað angar av jólakøkum og tílíkum, sum børn og barnsligar sálir hava gleði av at síggja og hoyra.

- Vit vaksnu leita minnini fram aftur frá barnaárum og frá jólunum, vit minnast góðu jólasøgurnar, og vit frøast saman. Vit vita eisini, at tá vit savnast her á Vaglinum at tendra jólatræið – tá er øgiliga stutt til jóla! Og tá er stutt at gleða seg til, at jólaskipið kemur, smekkfult av jólamonnum!

- Eg vóni, at tit fara at hugna tykkum í jólabýnum og á ísvøllinum komandi dagarnar, og at tit fara at koma til nógvu tiltøkini og upplivingarnar, sum vera í býnum hiðani og líka til jóla.

--- 

- Jólatræið er nærum 600 ára gamalt. Men fyrstu ferð føroyingar og íslendingar hoyrdu um jólatrø var í danska høvuðsstaðnum Keypmannahavn fyri 200 árum síðan, tá ein familja í miðbýnum í Keypmannahavn hevði stillað eitt pyntað jólatræ út í eitt stovuvindeyga, so øll sóu, sum gingu framvið.

- Helst høvdu onkrir føroyingar og íslendingar eisini sæð hetta træ, sum fólk komu langvegis frá at síggja. Jólatræið kom eisini til bæði Íslands og Føroya. Íslendingar hava verið fyrr á veg enn føroyingar, tí sambært Jón Bjarnasyni var fyrsta kertupyntaða jólatræið at síggja í Íslandi longu í 1862. Men so gekk long tíð og jólatrø gjørdust ikki vanlig fyrrenn undir seinna heimsbardaga.

- Til samanberingar gekk ikki so leingi, áðrenn vit fingu fyrsta kommunala jólatræið í Havn. Tað er í døpru tríatiárunum - í 1934 - at fyrsta jólatræið verður tendrað undir tinghúsinum.

- Hetta fyrsta jólatræið var væl umtókt. Og soleiðis bleiv tað, og fólk komu hereftir úr øllum landinum til Havnar hvørji jól at síggja jólatræið. Træið fekk fólk í jólahýr.

- Og soleiðis er tað framvegis. Vit brúka enn tíð, orku og pening uppá at pynta okkara felags høvuðsstað við eittans endamáli: At skapa gleði og hugna í eini annars myrkari tíð. Og enn stendur jólatræið her so vakurt við Dávidsstjørnuni á toppinum.

--- 

- Íslendingar og føroyingar hava upprunaliga felags jólatræsøgu. Det Danske Hedeselskab legði longu í 1904 lunnar undir plantasjuna í Havn. Í 1925 vóru danir veruliga farnir at ala og selja jólatrø. Loyvi varð seinni givið frá Handilsmálaráðnum til Det Danske Hedeselskab at selja jólatrø til Grønlands, Íslands og Føroyar.

- Vit í Føroyum hava keypt trø uttanlands síðan. Men í Íslandi eru jólatrøini íslendsk. Íslendingar keypa ikki jólatrø uttanlands, tí Ísland hevur ein sera strangan innflutningspolitikk í sambandi við at verja náttúruna móti smittu.  

- Tí hevur hetta træið vaksið seg risastórt í eini hálvthundrað ár í Íslandi, tað varð felt av borgarstjóranum í Reykjavík fyri nøkrum døgum síðan, og sum siður er, varð tað sent okkum við Eimskip sum ein vinargáva - ella jólagáva.

- Tí fari eg at biðja Líf Magnuedóttir frá Reykjavíkar býráð, sum hjá mær stendur, um at bera íslendingum eina hjartans tøkk fyri hesa gávuna við ynskjum um eini gleðilig jól og ynskja gott og farsælt nýggjár til frændur okkara fyri vestan.

---  

- Góðu havnarborgarar og gestir.

- Tá okkara felags høvuðsstaður soleiðis er vertur fyri øllum landsins íbúgvum skapar tað eisini trivnað og samanhald. Hetta kemur tó ikki alt av sær sjálvum, men er úrslit av planlegging, samstarvi, ídni og áræði. Tað hava tit øll uppiborið eina stóra tøkk fyri.

- Tað er aftur í ár okkara kunningarstova, Visit Tórshavn, sum samskipar jólaátakið í miðbýnum.

- Vit í býráðnum fegnast eisini um, at samstarvið við vinnuna og fólk annars er so gott, at tilboðini eru so fjølbroytt, og at familjur, ið koma til býin, ongan trupulleika hava at finna eitthvørt undirhaldandi til bæði smá og stór.  

- Í dag gleði eg meg sum eitt barn. Í dag byrja míni jól av álvara. Takk fyri tykkara hesa hugnaliga løtuna her á Vaglinum, og gleðilig jól, øll somul, segði Annika Olsem, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo