Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum
Vinna

Í dag var hátíðarhald í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, í sambandi við at nýggi svartkalva- og rækjutrolaran Avataq var doyptur.

Skipari á stásiliga trolaranum, sum hevur ein lastakapasitet á 2.850 kubikkmetrar, er føroyingurin Jógvan Tróndarsson.

Avataq er sera væl útgjørdur og er fyrsti trolari í Grønlandi sum kann fiska við trimum trolum.

Eisini er fyrstiorkan sera góð og roknað verður við, at skipið kann framleiða millum 50 og 100 tons um døgnið.

Trolarin er bygdur í Spania og verður mettur at hava kostað yvir 400 milliónir krónur at byggja.

Royal Greenland, sum eigur trolaran, hevur annan trolara í ordra, og hevur ætlanir um at byggja tveir trolarar afturat saman við øðrum íleggjarum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo