Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Hagstovan: Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 371 fólkum, Runavíkar við 107, Klaksvíkar við 65, Eystur við 63 og Vága kommuna við 57. Av hesum er lutfalsligi vøksturin størstur í Runavíkar kommunu við 2,7%, nógv størri enn í Klaksvíkar kommunu við 1,3%.

Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.

Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Sjóvar kommunu við 4,4%, Eiðis kommunu við 3,5%, Eystur kommunu við 3,0%, Runavíkar við 2,7%, Fuglafjarðar kommunu við 2,6% og Nes kommunu við 2,5%.

Í Vágum veksur Vága kommuna við 2,8% og Sørvágs kommuna við 1,6%.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Hovs, Sands og Porkeris kommunum.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs og Skopunar kommunum við ávikavist 30 fólkum (-2,2%) og 12 fólkum (-2,6%).

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, ein lítil vøkstur í Suðuroy og óbroytt í Sandoy.

Í útoyggjum er minkað í Fugloy, í Kalsoy, í Hesti, í Skúvoy og í Mykinesi. Hinvegin er vøkstur í Nólsoy og í Svínoy.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo