Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Onnur tíðindi

Ein partur av stóru og pompøsu byggiverkætlanini í Aaborg, Cloud City, er fullkomuliga steðgað upp, eftir at álvarsligir roknifeilir og aðrir skeivleikar eru komnir undan kavi.

Talan er um tann partin av verkætlanini, sum eitur Harbour Gate.

Verkætlanin snýr seg um at byggja marglætisíbúðir sum liggja heilt út til Limfjørðin.

TV2 skrivar, at verkætlanin nú má byrja umaftur. Orsøkin er, at COWI, sum eru ráðgevandi verkfrøðingar, skulu hava gjørt umfatandi roknifeilir - nakað sum COWI kortini ikki vil viðurkenna.

Tað er kendi, danski arkitekturin Bjarke Ingels sum hevur teknað Harbour Gate.

Bæði COWI og Bjarke Ingels Group hava eisini samband við stóru føroysku byggiverkætlanina, Glasir, sum av summum hevur verið skýrt ein byggigøla.

Landsverk hevur boðað frá endurgjaldskravi til Bjarke Ingels Group tí ráðgevingin ikki hevur verið nóg góð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo