Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Eitt av skipunum hjá Framherja er Fagraberg

Nettosølan hjá Framherja var nærum 550 milliónir krónur í fjør. Tað er nærum 100 mió kr meira enn árið fyri.

Tað vísir konsernroknskapurin.

Ársúrslitið var nærum 85 mió kr, sum er 14 mió kr betri enn árið fyri.

Fíggjarstøðujavnin hjá konsernini var 904 mió kr og eginognin slakar 407 mió kr.

Goldnar vóru tilsamans 101 mió kr í skatti og tilfeingisgjøldum í fjør. Tað er 54% av úrslitinum áðrenn skatt. Árið fyri vóru skattir og avgjøld tilsamans 56 mió kr sum var 44% av úrslitinum áðrenn skatt.

Framherji hevur fleiri tilknýttar fyritøkur sum eru heilt ella lutvíst ogn hjá felagnum. Allar hava tað í felag, at tær fáast við fiskiskap. Uttan kapitalpartar var úrslitið hjá Framherja í fjør 53,6 mió kr eftir skatt.

Leiðslan tekur í frágreiðingini aftur í orðini sum eisini stóðu í undanfarna roknskapi, at útlit eru fyri lønandi rakstri, men úrslitini kunnu skjótt fara at minka munandi av førda politikkinum.

- Landsins leiðsla hevur avgjørt, at partur av Barentshavskvotuni og pelagiska tilfeinginum skal seljast á uppboðssølu. Hetta gongur útyvir lønsemið og úrslitið hjá felagnum. Oljuprísurin hevur verið lágur í 2018. Um hann hækkar, verður úrslitið verri, eins og gjaldoyra og fiskaprísir hava nógv at siga, verður millum annað sagt.

Miðaltalið á fulltíðarsettum starvsfólkum vaks nakað og var í fjør 128 í mun til 122 árið fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo