Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Hesi fýra toymi eru undangóðkend til kappingina um heildarætlanina fyri Stórutjørn.

- Fuglark, Biosis, Urban Creators og HMP Consult
- Henning Larsen North Atlantic, PB Consult og Rambøll
- MAP, Spenn, PB Consult
- SNA, Holscher Nordberg, LBF og SMJ

Freistin hjá undangóðkendu toymunum at lata inn uppskot er 23.03.2020.

Seinastu árini hevur fólkavøksturin í Føroyum verið stórur, uml. 1,5% um árið, og merkist fólkavøksturin serliga í høvuðsstaðarøkinum. Ein alsamt vaksandi býur krevur rúmari ræsur at liva og virka í, tí er tørvur á at víðka um býin. Tí verður farið undir at skipa Stórutjørn í Hoyvík.

Økið við Stórutjørn er til støddar sum 80 fótbóltsvøllir. Økið liggur millum Klingruna fyri sunnan, vinnuøkið á Hjalla fyri norðan, býlingin Inni á Gøtu fyri eystan og haga fyri vestan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo