Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Vinna

Myrku skýggini yvir heimsbúskapinum eru ikki heilt so myrk longur sum tey einaferð vóru. Og útlitini eru tískil ikki so galin, tað heldur stóri amerikanski pengarøkilin Pimco, sum umsitur fíggjarognir uppá umleið 12.000 milliardir krónur, og harvið er ein hin størsti av sínum slagi í heiminum.

- Váðin fyri resessión er minkaður seinastu mánaðirnar, og orsøkirnar skulu finnast í áhaldandi hóvligum pengapolitikki, vápnahvíld í handilskrígnum ímillum USA og Kina og betri útlitum fyri einum skipaðum Brexit, stendur millum annað í árligu frágreiðingini frá grunninum, sum hyggur 6 til 12 mánaðír fram.

Men tað er vandi í hvørjari vælferð. Tí lagt verður afturat, at áhaldandi varligi pengapolitikkurin, har tjóðbankar í stórum pørtum av heiminum hava sett renturnar niður í botn og keypt nógv lánsbrøv fyri at stuðla, ger, at teirra amboð eru við at vera uppbrúkt, skuldi tørvur verið á fleiri hjálpartiltøkum.

- Vandi er fyri, at vinna og húsarhald taka á seg nógva skuld, og tað kann koma teimum og teirra kreditorum aftur um brekku tá næsti niðurtúrur kemur, skrivar Pimco.

Har vænta tey ein vøkstur í amerikanska búskapinum í 2020 uppá 1,5 - 2 prosent í mun til ein vøkstur uppá 2,3 prosent í 2019 og 2,9 prosent í 2018.

Fyri USA, Eurolondini, Stórabretland og Japan væntar Pimco ein vøkstur uppá 1 til 1,5 prosent í 2020 í mun til 1,7 prosent í 2019 og 2,2 prosent í 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo