At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Onnur tíðindi

Jair Bolsonaro frá ytsta høgraveingi hevur vunnið stórsigur á brasilska forsetavalinum sum var í gjár. 

Nøkur av vallyftunum hjá honum hava verið upprudding í mutri, minking av almennu umsitingini og harðari revsingar til brotsmenn.

Talan er um eitt slag av uppreistri ímóti sitandi politiska klassa í heimsins fjórðstørsta fólkaræði, skriva fleiri miðlar.

Fleiri eru tó eisini órógvað av, at Bolsonaro hevur brúkt harðligar máliskur ímóti eitt nú sínum politisku mótstøðufólkum, sum hann hevur lovað at "rudda burtur" eins og hann hevur tosað niðursetandi um eitt nú kvinnur, samkynd og ymsar minnilutar. Hetta hevur gjørt, at hann hevur fingið eyknevnið brasilianski trumpurin.

Avbjóðarin, Fernando Haddad, kemur úr Arbeiðaraflokkinum, sum hevur rátt fyri borgum í Brasilia í 13 ár. Sagt verður, at fólkið hevur vent flokkinum bakið av nógvu muturgølunum. Fyrrverandi forsetin, Silvia da Lula, situr ein dóm uppá 12 ár sum hann fekk fyri mutur. 

Jair Bolsonaro tekur við sum forseti í Brasilia á nýggjárinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo